skemman.net © 2012 • Anja • Brandur Sandoy • skemman(a)skemman.net 

Skemmugarður

 

 

 

 

 

 

 

Summarhúsið Skemmugarður

v/ Anja Sandoy

Í Nesi 16

FO-210 Sandur

fartlf. +298 230401

 

Myndir av summarhúsinum

 

 

Í húsinum er:

 

Stórur køkur, stór stova, WC við brúsu og hita í gólvinum, durur, gangur, 4 kømur, kjallari.

Komfýrur, eymhetta, køliskáp, el-ketil, kaffimaskina, mikrobylgjuovnur, sjónvarp, dvd, televarp (onki kort), radio v/ CD- og bandspælara, frystiboks. Í summarhúsinum eru fýra kømur, harav tvey hava dupultsong og tvey hava tvær einkultsengur. Dupult sovisofa er í stovuni.

Um tað er ov lítið av seingjarplássið í húsunum, eru 8 eyka madrassur inni. Í alt eru 14 dýnur og koddar.
Skaffigreiðir til í minsta lagi 18 fólk.

Uttanfyri er stór terassa og stórt øki til at seta bil/ar á.

Prísur fyri at leiga húsini eina nátt: 850,- (hetta er fyri 4 fólk, eru fleiri fólk, so kostar tað 55,- eyka pr. fólk).

 

 

Vakrasta útsýni í oynni.


Frá húsunum kann tú hyggja heim eftir dalinum. Á høgru hond sær tú Meginskúlan, Múlan og Sandsbygd. Á vinstru hond er Traðarhamari og Traðir at síggja. Mitt ímillum liggur Sandsvatn og longri úti síggjast mølheyggjarnir og sjógvurin.  Vendir tú tær við, sær tú inn ígjøgnum Traðardalin; á vinstru hond Eiriksfjall - á høgru hond Traðarhamar.


 

 

Dalsá - eitt satt paradís hjá børnum. Áin er stór, men um summarið er vatnið ikki so nógv í henni. Tað ber væl til at vaða hjá børnum. Í Dalsá renna fleiri smærri áir, sum eru sera góðar at fanga smásíl og állar í. Henda á liggur einans 50 metrar frá húsunum.

Her kunnu børn sum vaksin fáa nógvar tímar at ganga við at leita eftir maðkapirrum og álvintum, kasta og savna steinar, svimja, vaða og hugna sær við einum góðum matpakka. Fuglalívið er eisini ríkt inni við Dalsá.

 

 

Sands vatn er 3. størsta vatnið í Føroyum. Síl liva í vatninum, so tað er bara at taka tráðuna við. Til ber at ganga framvið vatninum, har er vegur allan vegin runt. Hetta er ein langur túrur - uml. 6 km.

 

 

 

 

Ítróttur - Eini 500 metrar frá húsunum ber liggur Meginskúlin. Har er svimjihylur inni, ið er opin 3 dagar um vikuna summarhálvuna. Tað ber eisini til at leiga hylin. 

Undir liðuni á skúlanum liggur graslíkisvøllurin, sum B71 nýtir at venja og spæla dystir á.  

 

 

Skemmugarður - Traðardalur - FO-210 Sandur

Anja Sandoy Tel. +298 230401

www.skemman.net - branja(a)olivant.fo